Korona hevur framvegis stórar avleiðingar fyri føroysku gistingarhúsini. Hagstovan hevur gjørt upp fyri november og útslitið her, at hendan mánaðin í fjør, vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum enn í november í 2019. Tað er ein minking upp á 33 prosent.
Talið á gistináttum vísir, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Gista tíggju fólk í tríggjar nætur, er hetta 30 gistinætur. Tilsamans vóru 6.614 gistinætur á teimum føroysku gistingarhúsunum í november í fjør, har tað vóru 9.937 gistinætur í november í 2019.
Lutfalsliga eru tað gistingarhúsini uttan fyri Havnina, sum hava mist mest. Í november í 2019, høvdu gistingarhúsini uttan fyri Havnina, 1.999 gistinætur, men í november í fjør var tað bara ein viðfáningur aftur ímóti, ella 768 gistinætur. Harafturímóti høvdu gistingarhúsini í Havn 7.983 gistinnætur í november í 2019, men í november í fjør vóru gistinæturnar 5.864 í tali.
Talið á danskarum, sum vóru her í november, var 32 prosent minni í november í fjør enn í 2019, men talið á øðrum útlendingum er minkað heili 76 prosent. Hinvegin hava føroyingar gjørt nógv burtur úr at gista á hotelli so í november í fjør, høvdu føroyingar 4.640 gistinætur á hotellunum ymsastaðni í landinum, og tað eru heili 24 prosent meiri enn í november í 2019.
Føroyingar vóru eisini bestu viðskiftafólkini hjá hotellunum kring landið í november í fjør, tí donsku gestirnar høvdu 2.011 gistinætur í Føroyum og fólk úr øðrum londum høvdu bara 963 gistinætur.