Hákun skoraði sjey mál í greiðum heimasigri í Champions League

Füchse Berlin vann greiðan sigur á Aalborg

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu sær eitt gott útgangsstøðið í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League.

 

Í Max Schmelling høllini vann Füchse Berlin greiðan 37-29 sigur á danska stórliðnum, Aalborg. Í steðginum var Aalborg annars á odda 15-14, men heimaliðið var greitt omaná í seinna hálvleiki, serliga seinastu løtuna av dystinum. 

 

Hákun gjørdi góðan mun við at skjóta sjey mál í átta málroyndum. Mathias Gidsel var aftur stórskjútti fyri Füchse Berlin. Í kvøld skoraði heimsins besti leikari 11 mál.

 

Danska hondbóltsheimasíðan, hbold gevur Hákuni sama toppkarakter sum Lasse Anderson og Mathias Gidsel. Teir fáa allir karakterin 10 fyri avrikið í kvøld. 

 

Tað er tó langt frá liðugt enn í stríðnum um at røkka Final Four. Komandi týsdag klokkan 17.45 verður returdysturin í Aalborg, men við áttamáls leiðslu frá fyrru fjórðingsfinaluni hevur Füchse Berlin ein góðan møguleika at vinna seg í Final Four.