Eg eri móð, troytt og svong,
havi arbeitt allan dagin
á flakavirki sum so mong
og pening fingið ístaðin.
Eg veit væl, at summi liva lætt,
hava góða løn og lítlan skatt,
tey siga, tað ikki sømir seg,
at tú gongur runt og gremur teg
Eg byrji við sanginum um Arbeiðskvinnuna hjá Frændum – Eg eri sjálv klaksvíkingur, og umboði nú arbeiðskvinnurnar í Havn, so hetta er eitt fínt høvi.
Hesin sangur er ein fín lýsing av korunum hjá nógvum av okkara verkakvinnunum, og hóast sangurin er frá 80’unum, og nógv er broytt og betri, so er veruleikin hjá verkakvinnuni ikki broyttur kollveltandi.
Havnar Arbeiðskvinnufelag var stovnað í 1936, og um vit hyggja í gerðarbøkur felagsins síggja vit, at nógv av stríðnum, sum var fyri 90 árum síðani, er framvegis aktuelt fyri verkakvinnuna.
Eg veit væl, at viðurskifti eru betraði og batnaði – vit hava fingið eina barsilsskipan og arbeiðsloysisskipan, men avbjóðingarnar eru í stóran mun tær somu, - At fáa ordilig arbeiðskor og eina løn, sum er til at liva av. Okkara limir kempa fyri at fáa endarnar at røkka saman, og ofta eru arbeiðistímatal skiftandi. Alt eftir árstíð, veðri og rávøru verður okkara løn tillagað.
Eisini er áhugavert at síggja, hvussu grundgivið verður í mun til at lønirnar ikki mugu hækka ov nógv. Tá ið 1930’unum síggja vit, at spanska borgarakríggið hevur ávirkan á, hvussu nógv krevjast kann til tær, sum eru í fiskinum. Í dag vera viðurskifti úti í heimi eisini altíð tikin fram, til at halda okkara lønum niðri. Fíggjarkreppa, Korona, kríggj í Ukraina, veðurlagsbroytingar, næstu ferð verður tað helst Trump, ið er á listanum av grundgevingum, fyri at halda okkum niðri.
Vit kenna lagið – og niðurlagið – men okkara stríð, er tað sama sum fyri 90 árum síðani. Vit stríðast við ein ógvusligan prísvøkstur – vit stríðast við at fáa smør á breyðið ella sum sagt verður í sanginum um arbeiðskvinnuna hjá Frændur:
Tjeni pening í hópatali
Tí eg arbeiði hart hvønn dag
Men alt hetta sum eg hvønn mánað betali
Ger, at mappan er tóm við sama lag.
Vit hava til mjólk og breyð
Men børnini krevja meira
Og hugtungt tað er at slíta seg upp
og sjálvi aldrin eiga eitt oyra
Sum verkakvinna veitst tú ofta ikki, hvussu langa arbeiðsviku tú hevur. Hon kann verða alt frá 20 til 40 tímar, og summar tíðir longri, - um nógv rávøra er sum skal hagreiðast.
Men, sum tit øll vita, so tekur húsaleiga, lán, matur og alt annað, sum vit skulu rinda, ikki atlit til hetta.
Verkakvinnur arbeiða hart arbeiði hvønn dag – tær stempla inn og stempla út – er tað stormur vera tær trektar í løn, er tað rávørutrot vera tær trektar í løn – eru tað onnur viðurskifti, so vera tær trektar í løn – Men, tá ið á leikar, so eru tær altíð har kortini – tær stempla inn – gera sína skyldu – og tær stempla út. Nógv av arbeiðnum tykist ósjónligt, men tað sæst í tí løtu verkakvinnan leggur frá sær.
Mín stóri spurningur er, hví skulu vit ikki eisini fáa lut í stóra vøkstrinum hjá fyritøkum og í samfelagnum. Bara fyri at fáa eina sjálvsagda lønarhækkan, nú prísirnir eru hækkaðir ovurhondsnógv seinastu árini – noyddust vit í verkfall í 28 dagar, Ístaðin fyri at arbeiðsgevarin kom til okkum og segði – hygg, vit síggja tykkum og síggja tykkara stríð og hvussu príshækkingar hava etið av reallønini, og vit virðismeta tykkum, so sjálvandi skulu tit hava eina ordiliga lønarhækkan – nei nei – hildið var fast um eina lønarhækkan, sum var til háð og spott.
Vit fingu eina lønarhækkan, men noyddust at leggja alt lamið í 28 dagar – hetta kundi verið avgreitt á fyrsta fundinum.
Arbeiðsgevarar noyðast veruliga at stinga fingurin í jørðina og lodda dýpið, tí hóast vit eru tolin – kanska alt ov tolin – so hava vit okkara mørk – nokk er nokk!
Tað er ikki at gremja okkum, tá vit krevja at fáa nakað í okkara part av ríkidøminum – síðani 2012 eru Føroyar samlað sæð blivnar tvífalt so ríkar ímeðan lønin einans er ein triðing størri. Eg veit væl, at tað er ikki eitt til eitt í mun til løn og vøkstur, men tá ið vit síggja stóru yvirskotini og sera høgu vinningsbýtini, sum arbeiðsgevarar býta til sín sjálvs – so hugsi eg, at okkara partur kundi verið væl størri – og at tað skuldi ikki verið neyðugt hjá okkum at farið í drúgv verkføll fyri sjálvsøgdum rættindum.
Nú havi eg verið eftir arbeiðsgevarunum, sum eisini er rætt, men almenni myndugleikin er ikki stórvgis betri, tá ið tað kemur til okkara fólk. Og fyri nógvar av okkara limum tykist tað líkamikið, hvør situr við valdið – vit eru aftarlaga í køini – og ofta umlopin.
Breiðastu herðarnir bera ikki longur størstu byrðarnar.
Limirnir í Havnar Arbeiðskvinnufelag hava síðani Baccalao lukkaði, verið reingerðarfólk, arbeiða í hotel og matstovuvinnuni og hjálparfólk av ymsum slag. Nøkur av hesum arbeiðnum, eru støðug, men tey allarflestu arbeiða ein brøk, ið ger at tey mugu hava meira enn eitt arbeiðið fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Verkafólk detta ofta millum skipanir – vit eru ov rík til at fáa lut í nøkrum hjálparpakka og stuðlum av ymiskum slagi, men forvinna ov lítið til at fáa lut í skattalætta, og nú skulu vit arbeiða longri hóast okkara fólk – verkafólkið – byrjaðu at stempla út og inn sum 15, 16, 17 ára gomul. Hvat hugsa tey fyri sær? Og halda tey veruliga, at vit skulu klappa, nú tað kemur fram, at vit kunnu bara fara av arbeiðsmarknaðinum, tá ið vit hava slitið okkum upp í 50 ár?
Vit eru ill – og vit eru illa viðfarin – bæði av arbeiðsgevarum, sum taka okkum sum sjálvfylgjur, men eisini av myndugleikanum, sum noktar at hyggja okkara veruleika í eyguni.
Tað verkafólkini ynskja er, at verða tikin við sum ein partur av einum samfelag, har vit ikki eru fyri lógarskaptum mismunum, har vit kunnu fáa tak yvir høvdið, keypa heilsugóðan mat og samstundis lata okkara børn verða ein part av frítíðarítrivum, og ikki skulu velja annað til ella frá.
Ella sum Frændir siga tað:
Eg kenni meg gamla og brúkta
eftir ein langan dag,
men eg royni at hanga í
og fari hvønn morgun avstað.
Eg veit væl, at summi liva lætt,
hava góða løn og lítlan skatt,
tey siga, tað ikki sømir seg,
at tú gongur runt og gremur teg
Spell at alt í hesi verð
skal snúgva seg um pengar,
men vísur so sum henda her,
tær munnu vera so mangar.
Hyggja vit at gerandisdegnum, so haldi eg, uttan at ivast kann siga at verkafólk munnu vera nøkur av teimum sterkastu í samfelagnum – vit eru ikki stakkalafólk og tað er ikki synd í okkum - men vit krevja okkara rætt - ella sum Andrea Árting tók til í yrking til Fiskimannin:
ei bert fyri seg og síni,
ei bert fyri meg og míni,
men fyri alt Føroya Land
Góðan arbeiðaradag!