Hallur fekk debut fyri Afturelding - Sveinur bíðar eftir spæliloyvinum

Afturelding var fyri teprum tapi í kvøld

Hallur Arason var við í fyrsta dystinum hjá Afturelding í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. Sveinur Olafsson bíðar framvegis eftir spæliloyvinum, so hann slapp ikki at tørna út fyri Afturelding á hesum sinni.

 

Hallur skoraði tvey mál og fekk síni fyrstu mál fyri Afturelding í einum kappingardysti, tá Afturelding í útidysti móti Hauki tapti tepurt 26-27.

 

Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum vóru málini hjá Halli góð og snøgg skot.

 

Skarphéðinn Ívar Einarsson skoraði sigursmálið fyri Haukar í allarseinasta sekundinum av dystinum, og sostatt misti Afturelding javnleikin úr hondum.

 

Fríggjakvøldið 13. september verður føroyingauppgerð í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Tá tekur liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur móti Afturelding á heimavølli.