Hallur og Sveinur vunnu stórt á Bjarna og Allani

10 føroysk mál vóru skotin í aðru hálvfinaluni millum Afturelding og Val

Føroyingauppgerð, ið samstundis var onnur hálvfinalan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini var leikt í Mosfellsbær í kvøld.

 

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding tók í Varmá-høllini móti liðnum hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Vali.

 

Afturelding vann ein greiðan 31-23 sigur á Vali í kvøld. Í steðginum var Afturelding á odda 16-10.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan:  4:2, 8:4, 9:6, 11:8, 13:9, 16:10, 16:14, 19:16, 23:18, 25:20, 28:23, 31:23.

 

Hallur skoraði eitt mál fyri Afturelding. Bjarni var við sjey málum toppskjútti hjá Vali. Allan skoraði tvey mál fyri Val. 

 

Fyrsta hálvfinalan í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík endaði við javnleiki 29-29, og tí er tað Afturelding sum er á odda 1-0 í hálvfinaluuppgerðini. 

 

Triðja hálvfinalan verður leikt á Hlíðarenda komandi fríggjakvøld klokkan 20.30. Spælt verður best av fimm dystum.