Handbollskanalen: Óli Mittún er mest spennandi leikarin í bestu svensku deildini

Stórur svenskur hondbóltsmiðil hevur valt teir 10 leikararnar tey meta vera teir mest spennandi at fylgja hetta kappingarárið

Eingin miðil fylgir svenskum hondbólti - bæði felagsliðshondbólti og landsliðshondbólti - so væl sum Handbollskanalen.

 

Nú bólkaspælið í svensku steypakappingini er farið í gongd, og tað nærkast til kappingarbyrjan í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum hevur Handbollskanalen gjørt eitt serligt yvirlit.

 

Handbollskanalen hevur gjørt eitt yvirlit: "10 teir mest spennandi leikararnir í bestu mansdeildini".

 

Undan kappingarbyrjanini í fjør var Óli Mittún mettur at vera mest spennandi leikarin. Og tað er ikki broytt. Aftur í ár er Óli sambært Handbollskanalen mest spennandi leikarin í bestu svensku mansdeildini.

 

- Nummar eitt á listanum í fjør, og sjálvsagt nummar eitt aftur í ár. Hóast uppmerksemið rundan um Óla øktist munandi í fjør, tá tað var øllum greitt hvussu góður leikari hann er, so gjørdist føroyingurin enn betri. Hetta kappingarárið er hann kanska størsta stjørnan í deildini, og hvat meta vit fer at henda? Jú Mittún kemur sjálvandi at lyfta støðið hjá sær enn meira, og hann kemur at spæla heim enn eitt meistaragull til Sävehof áðrenn hann fer úr svenskum hondbólti til heiltíðar yrkisspæl uttanlands. Skrivar Handbollskanalen.

 

HER  ber til at síggja spennandi yvirlitið hjá Handbollskanalen.