Hans Petur Djurhuus vann lutakastið hjá Havstovuni

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 krónur millum teirra, ið hava latið Havstovuni fiskamerkir farna árið

Havstovan skrivar, at tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið.

 

Reyði prikkurin vísir hvar ið fiskurin er merktur, og bláði prikkurin vísir hvar ið hann er fingin aftur.

 

Merkti fiskurin var ein bankatoskur, sum var merktur 7. oktober 2023. Fiskurin varð fingin aftur 1. august 2024, á Føroyabanka við Fiskivarða. Fiskurin varð latin til Havstovuni tann 13. august 2024.

 

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Eilif Gaard, lívfrøðingur, tók vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

 

Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir vinnaranum til lukku við vinninginum.

 

##med2##