U19 landsliðið tapti stórt fyri Eysturríki

Aftaná tveir dystir hevur føroyska U19 manslandsliðið enn til góðar at skjóta fyrsta málið í EM-undankappingini

Savnsmynd: FSF

U19 manslandsliðið er í hesum døgum í Kosovo og tekur lut í EM-undankapping.

 

Mikudagin taptu Føroyar 0-3 (0-1) fyri Spania, og í dag gjørdist talan um eitt enn størri tap.

 

Føroyar taptu í dag 0-4 fyri Eysturríki, ið var á odda 1-0 í steðginum. 

 

Samlaðu hagtølini fyri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum - bæði innanfyri og uttanfyri málrammurnar - søgdu 20-3 til Eysturríki. 

 

Kosovo vann heldur óvæntað 4-3 (3-2) á Spania. Tá 26 minuttir vóru leiktir var Spania á odda 2-0.

 

Aftaná tvey umfør hevur Eysturríki seks stig, Kosovo og Spania hava trý stig hvør, og Føroyar eru aftast við ongum stigi.

 

Týsdagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Kosovo í triðja og seinasta dystinum. 

 

Teir fyrstu 11 móti Eysturríki: 

 

12. Rasmus Olsen (M)

 

2. Virgar Jónsson

 

3. Torkil Holm

 

4. Ingi Arngrímsson (L)

 

5. Jónas Prior

 

6. Árni Nóa Atlason

 

7. Aron Benjaminsen

 

8. Baldur Niclasen

 

9. Bartal Páll Klein

 

10. Mattias Johnnysson Hellisdal

 

11. Markus Isaksen

 

Bonkur:

 

1. Sámal á Steig (M)

 

13. Aron Arnoldsson

 

14. Sjúrður Henriksen

 

15. Arnór Brandsson

 

16. Djóni Samuelsen

 

17. Jósef Ólavsson

 

18. Bjørn Bjarkhamar

 

Venjari:

 

Øssur Hansen

 

Kelda: FSF

 

Savnsmynd: FSF