Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin Evgeniia Nizeva við fyri fyrstu ferð, skrivar Flogbóltssambandið.
Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir – TB 1-3 (25-20, 12-25, 20-25, 16-25)
Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin Evgeniia Nizeva við fyri fyrstu ferð, og hon fer at gera mun hjá TB. Í fyrsta setti trilvaði hon kanska eitt sindur, men sum dysturin leið, sást, at dugur er í henni.
Tað var tó Mjølnir, sum tók fyrsta settið, eftir at TB meginpartin hevði verið frammanfyri og hevði lagt seg á odda 18-14. Men sum vit hava sæð í øðrum dystum hjá TB, so kom stígur í móti endanum á settinum, og Mjølnir vann fimm stig á rað og fór framum 19-18 og vann settið 25-20.
TB fótaði sær tó aftur og vann annað sett 25-12 og vann sær eisini tíðliga greiða yvirvág í triðja setti. Hóast Mjølnir minkaði um munin niður í tvey stig (16-18), so vann TB kortini settið trygt 25-20.
Líkt var til at TB rann avstað við fjórða setti, tá støðan gjørdist 5-0, men Mjølnir svaraði aftur og minkaði til 6-7. Men eftir 9-8 (til TB), fór aftur at dragna millum liðini, og TB vann sannførandi 25-16.
Sunnudagin kl. 13 tekur KÍF á fjórða plássi ímóti ósigraða oddaliðnum SÍ.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
1 |
SÍ |
4 |
10 |
12 |
2 |
Fleyr |
5 |
7 |
11 |
3 |
Mjølnir |
5 |
1 |
7 |
4 |
KÍF |
4 |
0 |
6 |
5 |
TB |
5 |
-3 |
6 |
6 |
Dráttur |
5 |
-15 |
0 |