Hægri pensjónsaldur er vanvirðing av verkafólki

– Tað er lætt at sita við eitt fundarborð og snakka um at fólk skulu arbeiða til tey eru 70. Men royn tú at standa við einum krana, ella á einum byggiplássi, ella arbeiða við burturkasti, við einum ryggi sum longu er slitin í 50-árunum, segði Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag m. a. á 1. maidagshaldinum í Havn í gjár

Góðu verkafólk, og góðu áhoyrarar!

 

Eg skal vegna Havnar Arbeiðarafelag bjóða tykkum, sum her eru samankomin og lurtarum um alt landið, vælkomnum til hetta 1. mai dagshald í Vágsbotni í Havn.

 

Røðarar í ár verða Dávid Mcleod verkamaður, Bjørg Brynhildardóttir Egholm lesandi, Jóhan Carl Dam fyrrverandi nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag og sjálvur haldi eg  eisini eg skyldi tykkum at siga nøkur orð, nú vit hava verið gjøgnum fyrsta verkfall í 21 ár, síðani seinasta 1 mai dagshald.

 

Tað er 1. mai – dagurin, har arbeiðarin er í fokus.1. mai 2025, er eisini dagurin, har vit lata orðið til fólk sum tala sak arbeiðaranna, sak verkafólkanna.

 

Meðan verkafólk hvønn dag byggja hetta samfelagið, stríðast og streva undir tyngstu byrðunum, so er tað alt ov sjáldan, at tað eru tey, ið verða hoyrd ella fáa røttu virðingina sum tey, ið hava dagliga raksturin av Føroyum undir hond.

 

Fyri júst einum ári síðani, reistust vit eina løtu frá samráðingarborðinum, og leitaðu okkum oman her at halda 1. mai við tykkum. Tá stóð í botni við samráðingunum, og tilboðið, ið lá á borðinum, kundi einki verkafólk liva við, og ei heldur av.

 

Eina stóra viku seinni vóru samráðingarnar slitnaðar, og 11. mai, 2024 byrjaði fyrsta verkfalli hjá verkafólki í 21 ár.

 

Eitt verkfall, ið legði landið lamið í 4 vikur. Verkfallið føldist í hvørjum heimi í Føroyum. Hvørt einasta arbeiðspláss varð rakt so ella so, og bæði út- og innflutningur steðgaði mest sum upp.

 

Eingin ivast í dag, um týdningin, ið verkafólk hava í Føroyum, og vónandi ivast eingin longur í, at tað gevur meining at savnast í fakfeløgum og krevja sín rætt!

 

At fara í verkfall er ikki nakað, ið vit gjørdu til stuttleikar, ella fyri at gera lívið trupult fyri føroyingar. Men vit høvdu einki annað val, enn at fara í verkfall.

 

Okkara mál var alla tíðina at fáa umboðini fyri arbeiðsgevararnar at flyta seg, og at tryggja okkara limum eina løn, ið tey kundu liva av.

 

Vit høvdu dagliga hoyrt frá okkara limum, um hvussu ómøgulig teirra lívsstøða var blivin. Við øgiligu príshækkingini seinastu árini, var neyðugt við eini ordiligari lønarhækking, hetta vildi arbeiðsgevarafelagið ikki, og tí var eitt verkfall neyðugt.

 

Vit kravdu ikki gull ella marglæti. Vit kravdu bara tað, ið var uppiborið: Eina løn til at liva av, og sum var í tráð við prísvøksturin og í tráð við stríðið hjá verkafólkum.

 

Tað bleiv eisini staðfest tá sáttmálin var undirskrivaður: Hetta var ikki meir enn rímiligt!

 

Aftaná 28 dagars verkfall ið legði landið lamið, fingu verkafólk í Føroyum ikki meir enn hvat var rímiligt...

 

Hugsið um tað kæru landsfólk.

 

Úteftir haldi eg tó at vit vunnu nógv við verkfallinum, men tann størsta sigurin vunnu vit inneftir, tí vit fingu váttað, at samanhaldið í okkara felag og við hini feløgini er fyrimyndarliga gott! 

 

Undir bannarunum hjá verkafólki brutu vit upp um ermar saman, og stríddust lið um lið við samhaldsfesti.

 

Tað er tí við gleði, stoltleika og vón fyri framtíðina, at vit í dag hava formaliserað samstarvið, soleiðis at vit á fyrsta sinni hava samlað øll arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið í sama felagisskapi Verkafólk. Feløgini í Samtak hava lagt saman við arbeiðarum og arbeiðskvinnunm í Havn, ongantíð áður hava vit verið sterkari, og ongantíð áður hava vit fevnt breiðari.

 

Tað, sum fyrst og fremst bindur okkum saman, er høvuðssáttmálin, og við verkfallinum vórðu vit uppaftur tættari knýtt saman. Hava limir tað gott úti kring landið hava teir tað eisini gott í Havn, og øvugt.

 

Men Verkafólk samstarvar ikki bara her á landi.

 

Vit hava eisini fingið limaskap í NTF, Nordic Transport Workers Federation. Hetta er felagsskapur hjá øllum teimum norðurlendsku arbeiðarafeløgunum.

 

Danska 3F og Svenska Transportarbetareførbundet sum hava formansskapin, hava skotið Verkafólk upp til nevndarsess í NTF, á norðurlendska aðalfundinum í juni í ár, og sostatt fáa Verkafólk ein av 9 nevndarsessum í hesum felagið.

 

NTF fevnur um arbeiðarar í flutningsvinnuni í breiðastu merking, eitt nú innan økini flogferðslu, vegaflutning, havnir og bryggjur, jarnbreytir, almennan flutning, sjófólk og fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk, tilsamans er talan um yvir 340.000 limir.

 

Hetta samstarvið fevnir um flest øll Norðurlond, ið er har, ið flest allur okkara flutningur fer og kemur umvegis.

 

Við limskapinum styrkir Verkafólk sína støðu, sum eitt fakfelagsamtak, ið virkar í Føroyum, men samstundis er partur av eini stórari norðurlendskari eind.

 

Hetta samstarvið er sera virðismikið, um vit aftur fara í verkfall.

 

Í dag hava vit m.a. Ungar vinstrahallar røðarar á skránni, eins og vit høvdu í fjør. Tað styrkir mítt álít og mína vón fyri framtíðina. Hesi ungu vóru ein dyggur stuðul í verkfallinum í fjør, og vístu, at unga ættarliðið er nógv meira tilvita enn summi vilja vera við.

 

Nógv meira tilvitaði enn teir politikarar, ið skulu eitast at umboða okkum.  Tey sum tosa nógv frá í erva! Á kontórum, í løgtinginum, í stýrum og nevndum.

 

Tey tykjast langt síðan at hava gloymt arbeiðaran, ið stríðist fyri at fáa samfelagshjólini at mala.. Tað eru vit sum reinsa, vit sum smíða, vit sum koyra, vit sum lyfta. Tað er hesin sveitti, sum heldur landinum koyrandi. Men tað tykjast tey at hava gloymt

 

So vil tú tosa politik, so tosa fyrst og fremst fyri sakina hjá hesum hart arbeiðandi bólkinum, hesi fólk sum fáa ryggin skeivan og eina løn, sum ikki heldur til mánaðarskiftið.

 

Vit hava eina samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi – báðir flokkar, sum søguliga hava sagt seg verja verkafólkið og standa vakt um sosialt rættvísi. Hetta eru tey, sum nú vilja hækka pensjónsaldurin! Tað er rein og skarð vanvirðing fyri verkafólki, sum hava slitið seg upp eitt langt lív í kropsligum arbeiði.

 

Tað er lætt at sita við eitt fundarborð og snakka um at fólk skulu arbeiða til tey eru 70. Men royn tú at standa við einum krana, ella á einum byggiplássi, ella arbeiða við burturkasti, við einum ryggi sum longu er slitin í 50-árunum. Kenna hesir politikarar til fótakulda í 30 ár út í eitt á einum køldum, vátum fiskavirkisgólvi, og hvat hetta ger við teg?

 

Hvat er hent við vinstravonginum í Føroyum? Tað, sum einaferð var røddin hjá verkafólki, er nú ein skuggi, sum dansar eftir kapitalistisku pípuni, og letur seg tøla av hugsjónini, um at ríkidømið dryppar niðureftir. Dryppar niðureftir?

 

Eg sigi sum Sting í leikinum "The Last Ship", ein leikur hvar verkafólk smíða tað síðsta skipið, so fer tað út við einum allar seinasta braki – tí arbeiðararnir leggja alla sálina í verkið, hóast teir vita, at verksmiðjan stongir dagin eftir.

 

Og eg siteri: Okkara uppreistur dryppar ikki, hann er eitt gos! Tí tá arbeiðarin hevur fingið nokk, merkist tað!

 

Tað er júst hendan sálin sum er okkara allar størsta styrki

 

Ein sál sum ikki kann keypast – ikki kann kúgast – og ikki kann tigast burtur.

 

Tí so leingi vit hava hesa sál, so stendur arbeiðsfólkið – og so stendur landið.

 

Men sannleikin er, at arbeiðarin ongan góðan eigur eftir í politisku skipanini.

 

Tann vongurin, sum einaferð bar okkara vónir, er nú ómannaður. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru flutt heimanífrá.

 

Men vit eru verkafólk! Vit eru ikki nøkur tvøða hjá politiskum oppurtunistum, tað vístu vit í verkfallinum, og tað skal eingin ivast í, at vit ikki ræðast at gera aftur!

 

Góðu verkafólk - Takk fyri tykkara álit, tykkara stríðsvilja og tykkara samanhald.

 

Okkara stríð fyri bara sømilig kor endar aldrin! Framhaldandi góðan arbeiðaradag!