Í dag var uppgerð millum bæði liðini í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini, ið eita Wisla.
Á leikvøllinum sum nevnist: Stadion Miejski im. Henryka Reymana í Krakow tók Wisla Krakow móti liðnum hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock.
Tað eydnaðist Wisla Plock við fullari spælitíð til Andrias at vinna dystin 3-1. Andrias hevur verið skaðadarvaður tey undanfarnu umførini.
Wisla Krakow legði seg á odda í 13. minutti, men longu minuttin aftaná javnaði Gleb Kuchko til 1-1. Sjey minuttir undan steðginum legði Lukasz Sekulski Wisla Plock á odda 2-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Gleb Kuchko sigurin hjá Wisla Plock.
Liðið hjá Andriasi er triðfremst í deildini við 57 stigum, nú teir hava tríggjar dystir eftir at leika. Fimm stig eru upp til Termalica, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Wisla Plock er átta stig frammanfyri Leczna, ið er nummar sjey í deildini við 49 stigum. Sostatt sær í løtuni út til, at Wisla Plock verður millum liðini sum enda millum triðja og sætta plássið. Tað merkir, at Wisla Plock kemur at spæla um uppflyting til bestu deildina.
Mánakvøldið 12. mai hevur Wisla Plock heimadyst móti Arka Gdynia, ið er fremst í deildini við 65 stigum.