NSÍ hevur hóast útivøll favorittleiklutin hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin HB-NSÍ

Savnsmynd frá 2024

Klokkan 19.30 í kvøld byrjar dysturin á ovara vølli í Gundadali í Havn í Betrideildini hjá monnum millum HB og NSÍ.

 

NSÍ hevur higartil gjørt slætt borð, og hevur 21 stig fyri sjey dystir. HB hevur 15 stig aftaná sjey dystir.

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum er talan um 11 HB-sigrar, tríggir NSÍ-sigrar og seks javnleikir. 

 

Hóast NSÍ er á útivølli, so hava teir favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 3,00 og 3,40.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,80.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,90 og 2,05.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd frá 2024