Liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Jóhan á Plógv Hansen vunnu bæði dystir á útivølli í týsku bundesliguni.
Í kvøld vunnu Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt 34-26 (15-12) á Potsdam á útivølli. Jóhan skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.
Ígjár vann liðið hjá Vilhelmi, Hannover-Burgdorf 31-26 (19-11) á Eisenach.
Hannover hevur 43 stig, og teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðini, ið eru liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, og Melsungen, ið bæði hava 44 stig.
Flensburg hevur 40 stig á fjórða plássinum.
Í morgin klokkan 15.30 spælir Füchse Berlin dyst á heimavølli móti Bietigheim-Metternzimmern. Somu klokkutíð spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Stuttgart.