Grein úr Sosialinum 4. apríl 2025:
Hóast lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um at hækka avgjøldini á elbilar og vetnisbilar ikki varð sent til hoyring, so hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag kortini, eftir at hoyringsfreistin var úti, sent Fíggjarmálaráðnum sínar viðmerkingar til lógaruppskotið.
Har ger Vinnuhúsið innleiðandi vart við, at broytingaruppskotið til lógina um avgjøld við skráseting av motorakførum ikki er sent til hoyringar hjá Vinnuhúsinum.
– Tað er av stórum týdningi, at Fíggjarmálaráðið tryggjar sær, at viðkomandi partar verða hoyrdir, tá rættarreglur verða broyttar. Hetta er eisini ásett í rundskrivinum um lógarsmíð frá 2019, vísir Vinnuhúsið á.
So eru allir elbilar »luksusbilar«
Sagt verður, at endamálið við lógaruppskotinum er at hækka skrásetingargjaldið á el- og vetnisbilum, so avgjaldsfrítøkan fyri »luksusbilar« verður broytt.
– Vinnuhúsið skal til hetta viðmerkja, at um allir el- ella vetnisbilar, sum hava eitt avgjaldsskyldugt virði á meira enn kr. 200.000, eru luksusbilar, so er tað at einans ein lítil partur av skrásettu elbilunum seinastu 10 árini, sum ikki eru »luksusbilar«.
Lesi eisini: Sølan av elbilum skramblar niður – afturgongdin er 80%
– Hetta sæst eisini í hagtølunum í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Broytingarnar fara tí sum heild at dýrka um elbilar og harvið minka um eftirspurningin eftir teimum, skrivar Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið heldur tað vera óheppið, at avgjøldini á el- og vetnisbilar, sum longu eru broytt einaferð fyrr í ár, nú aftur verða broytt við stuttum skotbrái. Tað tykist sannlíkt, at henda knappliga broytingin hevur samband við fíggjarlógararbeiðið fyri 2024, tí tað verður í viðmerkingunum ikki grundgivið fyri, hví tað longu nú er neyðugt at víkja frá teimum broytingum í skrásetingargjølduønum, sum vórðu samtykt í februar í ár, skrivar Vinnuhúsið.
Í viðmerkingunum til uppskotið hevur Fíggjarmálaráðið ikki nágreinað tær avleiðingar, ið kunnu standast av uppskotinum.
– Eingin útrokning er í viðmerkingunum av væntaðu fíggjarligu avleiðingunum fyri tað almenna, og í avleiðingum fyri vinnuna stendur bert at »lógaruppskotið kemur helst at hava ávísar neiligar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.«
Ávirkar so gott sum allar elbilar
Í brotinum í almennu viðmerkingunum um millumtjóða sáttmálar stendur, at lógaruppskotið ikki hevur ávirkan á stuðulin til grønari flutningsloysnir, men at lógaruppskotið málrættar lægra virðisgjaldið til fyrst og fremst bíligari ravmagns- og vetnisakførini.
Les eisini: Hava tosað fyri deyvum oyrum
– Vinnuhúsið skilur ikki heilt hesa orðing, tí avgjaldshækkingin sannlíkt kemur at ávirka kostnaðin av størsta partinum av teimum elbilum, sum eru á marknaðinum longu frá 1. januar 2024 (sum varð broytt til 1. apríl 2024).
Vinnuhúsið heldur, at Fíggjarmálaráðið eigur at fara meira grundleggjandi til verka og brúka meira tíð uppá at fyrireika evt. broytingar í avgjaldslóggávuni fyri skrásetingarskyldug akfør.
– Í slíkum fyrireikingum kundi eisini verið roknað uppá, hvussu stóra CO2-sparing vit fáa av avgjaldsfrítøkuni av el- og vetnisbilum og um tað er mest kostnaðareffektivi hátturin at minka um útlátið av veðurlagsgassum.
Sakna útrokningar á veðurlagsøkinum
Vinnuhúsið hevur fyrr eftirlýst samfelagsbúskaparligar útrokningar av átøkum á veðurlagsøkinum, so tað sæst, hvørji átøk geva størst sparing í útlátinum í mun til samfelagsbúskaparliga kostnaðin (kostnaðareffektivastu tiltøkini), sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í viðmerkingum til samtykta lógaruppskotið um at hækka avgjøld á elbilum og vetnisbilum, sum nú vísir seg at hava sera stóra ávirkan á søluna av elbilum.