Fleiri útlendskar tíðindastovur vita at siga, at Jemen í morgun hevur skotið rakettir eftir Ísrael.
Tíðindastovurnar siga frá spreingingum nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv.
Sambært ísraelska herinum (IDF) varð rakettin skotin úr Jemen í morgun.
Ísraelski herurin upplýsir, at fleiri royndir vórðu gjørdar at skjóta rakettina úr Jemen niður.