Pensjónsaldurin verður ikki hækkaður í dag

Málið um at hækka pensjónsaldurin er ikki á skránni fyri tingfundin í morgun

Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at málið um at hækka pensjónsaldurin hongur beinleiðis saman við uppskotinum um Suðuroyartunnlin. Tað er ein treyt hjá Framsókn, at pensjónsaldurin verður hækkaður til 70 ár skjótari enn annars æltað, fyri at Framsókn skuldi taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnil.

Eftir ætlan skuldu bæði málini verið til 3. viðgerð í dag og verið endaliga samtykt. Men tað verða tey ikki.

Orsøkin til at málið um Suðuroyartunnilin ikki kann avgreiðast í dag er, at tað ikki eydnaðist at samtykkja tað við 2. viðgerð mikudagin. Tað skulu verða tveir dagar ímillum viðgerðirnar. Og av tí at tingið ikki kann vera saman næstu tvær vikurnar, tí fleiri ferðir og vitjanir eru planlagdar, so verður málið um Suðuroyartunnlin ikki avgreitt fyrr enn um einar tríggjar vikur, tá tingfundur verður aftur.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, váttar, at málið um pensjónirnar verður á skrá á sama tingfundi, sum Suðuroyartunnlin.