Hoyr nýtt staklag frá FRUM her

"Sun Aura" kallast nýggja lagið hjá FRUM

Við glitrandi synthljóði og einum sólskinsfullum huglagi bjóðar FRUM nú fram nýggja staklagið Sun Aura – ein sangur um at stíga fram í sítt egna ljós og vera tann veruliga, djarva útgávan av sær sjálvum.

 

Lagið er gjørt í samstarvi við norsku Moyka, sum millum annað er kend fyri tónleikin í vælumtóktu Netflix-røðini Young Royals. Sun Aura hevur eina innara spennandi orku og eina ljósberandi kraft, sum kennist bæði friðarlig og stór í senn.

 

Inspirasjónin kemur frá myndini av leyvuni hjá Nietzsche í Soleiðis segði Zarathustra – har menniskjað broytist og tekur stigið út úr skugganum: “Tú stígur inn í ringin fyri at síggja hina síðuna.” Tað er í hesi løtuni, tú veruliga fert at lýsa – eftir stormin, tá tú ert klárur at bera títt egna ljós uttan ótta.

 

Sun Aura er síðsta staklagið, áðrenn fløga verður útgving seinni í mai.

 

Hoyr lagið her:

 

##med2##

 

Annars hoyrist lagið eisini her: https://frum.lnk.to/sun