Ester Skála á Summar Festival

Songkvinnan, sum hevur skrivað sangir, síðani hon var 13 ára gomul, kemur á Summar Festival við pink-poppi

Tíðindaskriv:

 

Ester Skála fer at hava framførslu á Summar Festivalinum 2025.

 

Hon hevur skrivað sangir, síðani hon var 13 ára gomul, og hon hevur havt fleiri hitt, síðani hon í 2021 fór at geva tónleik út.

 

Reyðhærda kvinnan við stóra og krúlluta hárinum skrivar sonevndan pink-popp við íblástri frá hyperpoppi. Tekstirnir hjá Ester eru einfaldir, men skaldsligir, ekspressionistiskir, og teir eru grundaðir á kærleikskenslur og viðgera ymiskar lívsstøður. Ester elskar pink og bjóðar lurtarunum inn í sín pink-popp soniska alheim.

 

Tá ið Ester Skála í 2021 gav út fyrsta staklagið, fekk sangurin høgt flog frá fyrsta tóna. "Unicorn" vann FMA heiðursløn eftir atkvøðugreiðslu millum føroyingar. Annað staklagið, "Spotlight", var árið eftir tilnevnt til FMA heiðursløn. Ætlanin er, at Ester Skála fer at geva eina ep út í ár.

 

Ester Skála hevur framført heima og burturi. Hon hevur verið á fleiri festivalum, og hon var við í tónleikakappingini Pan-Arctic Vision, sum er eitt slag av norðurlendskum grand prixi.

Í august ber til at uppliva Ester Skála á Summar Festivalinum.

 

##med2##