Hans Pilgaard fingið sær Føroyar á armin

– Nú eru Føroyar altíð við mær, sigur sjónvarpsverturin í sambandi við, at hann hevur fingið nýggja tattovering

– Eg havi tikið eina stóra avgerð. Eg havi hugsað um tað í nógv ár.

 

Soleiðis sigur danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard á Facebook.

 

Tað, sum hann í einum videobroti avdúkar, er ein tattovering – ein tattovering av Føroyum, sum hann er so góður við og vitjar hvørt ár.

 

– Hetta er eitt motiv, eg ongantíð fari at angra. Ein kærleiksváttan til mítt heim í hjartanum.

 

– Eg eri so fegin fyri úrslitið. Nú eru Føroyar altíð við mær, sigur hann.

 

Á Facebook hevur Hans Pilgaard lagt eitt videobrot út, har hann fortelur um og vísir tatoveringina.

 

Hygg at videobrotinum HER.

 

##med2##