Hava funnið nýggjan oljubrunn í Barentshavinum

Fyribils útrokningar vísa, at her eru millum 9 og 15 milliónir føt av olju, skrivar Equinor í einum tíðindaskrivi

NRK veit í morgun at siga, at oljufelagið Equinor hevur funnið olju í einum kanningarbrunni í Johan Castberg-økinum.

 

Fyribils útrokningar vísa, at her eru millum 9 og 15 milliónir føt av olju, skrivar Equinor í einum tíðindaskrivi.

 

Upprunaliga helt oljufelagið, at Johan Castberg tilsamans hevði millum 450 og 650 milliónir føt.

 

Men, nú verður vónað, at her kunnu finnast eini 250 til 550 milliónir føt eyka, sum tikið verður til.

 

- Samstarvspartarnir í framleiðsluloyvinum fara at meta um brunnin, sum nú er funnin, sum eitt møguligt samband við Johan Castberg-økið, skrivar Equinor.