Maður farin fyri borð á Norrønu

Norskt bjargingarfelag hevur leitað við tyrlum og bátum

 

Ein maður er saknaður, eftir at hann fór fyri borð í einum ferðmannaskipi, sum siglir millum Føroyar og Danmark.

 

- Vanlukkan hendi umleið 12 fjórðingar sunnanfyri býin, Mandal í syðra parti av Noregi.

Norska bjargingartænastan setti seint í dag leiting í verk eftir manninum.

 

Hetta upplýsir, Vincent Roos, bjargingarleiðari í Noregi, yvirfyri danska Ekstra Bladet.

 

- Vit kunnu vátta, at ein maður er farin fyri borð umleið 12 sjómíl sunnanfyri Mandal, og vit hava leitað við tyrlum og fleiri bátum, sigur hann.

 

Talan er um ferðamannaskipið, Norrønu hjá Smyril Line, sum siglir millum Hirtshals og Føroyar, sum hevur mist mannin.

 

Sum skilst, eru í løtuni eingir ítøkiligir upplýsingar um, hvat er hent, og enn er lítið, tey vita at siga um mannin, sum er saknaður.

 

Bjargingarleiðarin sigur, at myndugleikarnir fingu boðini um hendingina klokkan 20.15, lokala tíð, og fráboðanin kom umvegis føroyskar myndugleikar.

 

Tað var manningin umborð á Norrønu, sum hevði fráboðað føroysku myndugleikunum, verður lagt aftrat.

 

- Sambært Marinetraffic hevur Norrøna stórt sæð ligið still á leiðini síðan fráboðanina um, at ein maður var farin í havið, veit Ekstra Bladet at siga.

 

Vanlukkan er hend í norskum sjógvi, og tí er tað norska bjargingartænastan, sum hevur ábyrgdina av leitingini.

 

- Fyribils eru danskir myndugleikar ikki partur av átakinum, leggur bjargingarleiðarin, Vincent Roos, aftrat.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/leitingin-stedgad-rokna-vid-at-madurin-er-deydur

 

Hetta sigur stjórin í Smyril Linehttps://www.in.fo/news-detail/norroena-verdur-a-havnini-i-annadkvoeld