Stjórin: - Norrøna verður á Havnini í annaðkvøld

- Eftir boðum frá norsku myndugleikunum fór Norrøna aftur í sigling í kvøld klokkan 21, sigur stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen

 

 

- Klokkan 19 í kvøld kom fráboðan frá Norrønu um, at ein persónur var farin fyri borð. Norrøna var tá stødd suður úr Noregi.

 

Soleiðis greiðir stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen, frá í tíðindaskrivi fyrr í kvøld.

 

Hann vísir á, at leiting beinanvegin varð sett í verk av Hovedredningssentralen í Noregi, sum sendi skip og tyrlu á staðið.

 

- Eftir boðum frá norsku myndugleikunum fór Norrøna aftur í sigling klokkan 21. Leitingin eftir viðkomadi heldur fram, greiðir stjórin í Smyril Line frá.

 

Jens Meinhard Rasmussen leggur at enda aftrat, at Norrøna verður á Havnini í annaðkvøld, sunnukvøldið.

 

Í fyrru av tveimum fráboðanum, sum Smyril Line sendi út í kvøld, stendur, at talan var um eitt ferðafólk, sum fór fyri borð.

 

Tað vóru eisini ferðafólk, sum løgdu til merkis, at ein persónur "datt av Norrønu", soleiðis sum stjórin í Smyril Line orðar seg.

 

Fyrra skrivið, sum Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, sendi út í kvøld, var soljóðandi:

 

##med2##

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/madur-farin-fyri-bord-a-norroenu

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/leitingin-stedgad-rokna-vid-at-madurin-er-deydur