U21 EM-finalan í fótbólti hjá monnum var leikt í Bratislava í Slovakia. Í finaluni eydnaðist tað Onglandi at endurvinna EM-gullið við 3-2 sigri á Týsklandi.
Ongland legði hart út. Longu í fimta minutti fangaði Harvey Elliott ein leysan bólt, og sendi hann í netið til 1-0. Í 24. minutti økti Omari Hutchinson við einum dundurskoti til 2-0.
Men beint undan steðginum fekk Nelson Weiper spenning í uppgerðina aftur, tá hann við einum góðum stútara minkaði um munin til 2-1. Tá ein tími var leiktur hamraði Paul Nebel bóltin í netið til 2-2. Støðan helt sær til vanliga leiktíðin var farin, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
Tveir minuttir inni í longdu leiktíðini skoraði Jonathan Rowe sigursmálið við einum stútara. Týskland trýsti Ongland og hevði nakrar royndir á træverkið, men eydnan var onglendingum blíð, og teir megnaðu at endurvinna EM.
U21 EM-endaspælið í 2027 verður leikt í Albania og í Serbia.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá finaluni við donskum frásøgumanni.
Ongland U21-Týskland U21 3-2 (2-2 - 2-1) - Aftaná longda leiktíð
1-0 Harvey Elliott ('5)
2-0 Omari Hutchinson ('25)
2-1 Nelson Weiper ('45+1)
2-2 Paul Nebel ('61)
3-2 Jonathan Rowe ('92)