Í gjár var ein nýggjur tilburður av koronu staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin sigur, at tey vita, hvar viðkomandi hevur fingið smittuna. Annars vórðu 327 kanningar gjørdar í gjár, men arbeiðið at taka royndir varð tarnað av ringum veðri, tí tað var ikki verandi á Eystarubryggju, har kanningar verða gjørdar. Hetta hevði við sær at eini 700 fólk, sum skulu kannast í gjár, máttu bíða til í dag ella ein annan dag.
Í løtuni eru sostatt 43 fólk í Føroyum smittað og 164 fólk eru í sóttarhaldi.
Annars er kinkur komin í arbeiðið at koppseta fólk og í gjár vórðu bara 188 fólk koppsett. Av teimum fingu 88 fólk tað fyrr sproytuna og 100 fólk fingu ta seinnu.
Nú hava 37.658 fólk fingið ta fyrru sproytuna og tað eru 70,3 prosent av fólkinum. Samstundis hava 35.746 fólk hava eisini fingið ta seinnu sproytuna og sosttatt eru 66,7 prosent av føroyingum liðugt koppsettir.
Men tað eru bara tey yvir 12 ár, sum skulu koppsetast, og tað merkir, at 84,1 prosent av teimum, sum skulu koppsetast, hava fingið ta fyrru sproytuna og 79,8 prosent av teimum, sum skulu koppsetast, hava fingið báðar sproyturnar.