Í annaðkvøld klokkan 18 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B68 og HB á Svangaskarði á Toftum.
B68 er næstaftast í deildini við bert sjey stigum, meðan HB er næstfremst í deildini við 39 stigum.
HB hevur vunnið 16 av teimum seinastu 20 dystunum móti B68. B68 hevur bert vunnið ein av teimum seinastu 20 dystunum móti HB.
Tá liðini hittust á Svangaskarði 8. apríl vann HB dystin 1-0.
HB er eisini stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 eru so høg sum 11,27.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,48.
Miðaloddsini upp á útisigur til HB eru so lág sum 1,18.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##