HB varpaði KÍ úr FM stríðnum

Áki D. Samuelsen var trífaldur málskjútti, tá ið HB við sannførandi avriki staðfesti, at kappingin um meistaraheitið er nú bara millum tvey feløg

Trífaldi HB málskjúttin Áki D. Samuelsen fegnast saman við Ejvind R. Mouritsen og Samuel Johansen Chukwudi. Teir eru allir uppaldir í HB, sum nú kappast við Víking um FM heitið.

Tað endaði við 3-0 heimasigri, tá ið HB í kvøld hevði vitjan av KÍ. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Heilt stóri maðurin í Gundadali í kvøld var Áki Debes Samuelsen hjá HB. Hann var trífaldur málskjútti, og nú er hann við 12 málum undir liðini á Páll A. Klettskarð, sum eisini hevur skorað

 

Ein annar heilt framúr spælari hjá HB í kvøld var Teitur Matras Gestsson, sum millum HB stólparnar vísti, at hann í løtuni er besti málverji í føroysku kappingini, og at hann ivaleyst eigur at vera sjálsagt val millum stólparnar á landsliðnum.

 

 KÍ hevði nakrar góðar málmøguleikar og onkran heilt góðan, men tað riggaði ikki at fáa bóltin í málið, tí Teitur avrikaði so sera sannførandi.

 

Áki D. Samuelsen setti hol á longu í fjórða minutti, tá ið hann við skoti eitt sindur úr vinstru og úr 22 metrum sendi bóltin dygst undir tvørtrænum í handaru síðu av málinum.

 

HB leiðslan helt til steðgin, og í seinna hálvleiki varð tað ongantíð spennandi. Longu í fyrsta minutti eftir steðgin sneiddi Áki D. Samuelsen seg leysan í vinstru og sendi so bóltin inn við næsta stólpa. KÍ royndi at vísa góðar hugburð, men tað gekk striltið at vinna góðar málmøguleikar. HB liðið er so sera væl skipað í verju og á miðvøllinum, har tað er tætt millum keturnar, og har tað altíð er ein aftanfyri, um ein verður yvirspældur. Og tá ið HB fer í álop, er hugflogið stórt, og allir bjóða seg til við stórum sjálvsáliti.

 

Trettan minuttir undan leikloki staðfesti Áki D. Samuelsen 3-0 sigurin, tá ið hann sneiddi framvið verjuspælara og av brotsteigarmarkinum sendi bóltin framvið málverjanum og dygst inn við stólpanum.

 

Meðan HB svimur í góðum spælarum og tað er stór kapping á liðnum, har Noah Mnené í kvøld varð skiftur inn á miðvøllin, so stendur verri til í Klaksvík. Higartil í ár hevur René Shaki Joensen verið ársins spælari. Hann var ikki á listanum í kvøld, og tá ið skaðalistin longu frammanundan er óvanliga langur og onkrir í dag vóru leikbannaðir, so megnaðu klaksvíkingar ikki at standa ímóti HB, sum vann fyri fjórðu ferð í ár ímóti KÍ.

 

Hetta er størsta tapið hjá KÍ síðani 12. juli í 2020, tá ið klaksvíkingar fóru úr Gundadali eftir 6-2 tap ímóti B36. Ljóspunktið hjá KÍ í kvøld var, at teir báðir nýggju svensku spælararnir vístu seg at vera dugnaligir, og at teir ivaleyst fara at spæla seg til at vera stuðulsspælarar, nú dagsskráin er at halda tørn um bronsuplássið og harvið europeiskt atgongumerki.

 

Trífaldi HB málskjúttin Áki D. Samuelsen fegnast saman við Ejvind R. Mouritsen og Samuel Johansen Chukwudi. Teir eru allir uppaldir í HB, sum nú kappast við Víking um FM heitið.