Í gjár vórðu 11 nýggir tilburðir staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 119.432 kanningar.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum og teir flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir.
Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sum er sera víðfevnd. Í gjár vórðu 3.581 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 448 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 414 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.