Fimm nýggir tilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Talan er um fimm persónar, sum allir eru smittaðir her í Føroyum. Men teir eru eisini allir í eini smittuketu, sum Landslæknin longu veit um. Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 423 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans eru nú 108.270 kanningar gjørdar í Føroyum
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.