Korona er aftur farið at gera um seg av álvara í Danmark hava Lars F. Møller, landslækni og Pál Weihe, yvirlækni, eina serliga áheitan á fólk.
– Vit eiga at vera serliga varin, tá vit koma saman til eitt nú konfirmatión. Vit skulu tí minna á, at serliga í veitslulag eiga fólk at minnast til tilmælini um at halda frástøðu uppá í minsta lag ein metur, men syngja vit, skal frástøðan vera tveir meitrar. Harumframt er tað umráðandi at hava gott reinføri við at vaska og spritta sær um hendurnar.
– Fólk eiga at minnast til, at tey sum ganga frá veitslu til veitslu økja um vandan fyri at gerast smittuberarar. Tí verður mælt til at avmarka talið á vitjanum. Eisini skulu vit minna á, at enn eru tilmælini, at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman á sama stað.
– Gestir úr útlandinum eiga at kanna seg sætta dagin, eisini áðrenn tey fara í mannamúgvur. Tað er umráðandi at øll sum føla seg sjúk halda seg burtur frá veitlsum ella samkomum, siga teir báðir.