Heldur at misskiljing kom í spurning um koronu-kanningar

Kaj Leo Holm Johannesen skal aftur svara einum spurningi um koronukanningar

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða frá, hvussu nógv, landskassin higartil hevur rindað privatum kanningarstovum fyri ag gera koronukanningar og at greina koronukanningar.

 

Tað er Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum spyr. Hetta er triðju ferð, at hon spyr um tað og orsøkin til tað, er, at hon heldur, at misskiljing er komin í.  

 

Í desember í fjør fekk hon at vita, at tá hevði landskassin goldið privatum fyritøkum tilsamans 28,6 milliónir krónur fyri hesar tænasturnar. Men nú hon spyr aftur um tað sama í august í ár, er svarið, at landskassin hevur goldið privatum kanningasstovum 13,5 milliónir fyri hesar tænasturnar higartil í ár.

 

Beinta Løwe sigur, at hon setti spurningin fyri at fylgja málinum upp, men í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at svarið er avmarkað til tær kanningar, sjúkrahúsverkið skipar fyri, tí tað er tað, spyrjarin spyr um. Og tilsamans hava tær útreiðslurnar verið 30 milliónir krónur, har privatu kanningarstovurnar hava fingið 13.5 milliónir og restin – 16, 5 milliónir, eru goldnar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Beint Løwe heldur, at spurningurin man vera misskiltur, tí svarið er avmarkað til einans at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri. Og tí spyr hon nú einaferð afturat fyri fáa eitt greitt svar upp á, hvussu nógv landskassin og sjúkrahúsverkið, tilsamans, hava rindað privatum kanningarstovum higartil fyri at taka sær av koronukanningum, og har svarið byggir á sama grundarlagm sum í desember í 2020, tí upphæddin var 28,6 milliónir krónur.