Heldur eingin tilburður av koronu í gjár

Samstundis gongur alsamt fram á at koppseta

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestir. Tað sigur landslæknin í seinastu uppgerðini yvir koronu. Nógv fólk stúrdu fyri, at ólavsøkan fór at fáa smittuna at breiða seg av álvara, men nú kann staðfestast, at tað er ikki hent, tí síðani á ólavsøku hava tað bara verið sjey tilburðir tilsamans.

 

Í gjár vórðu annars 1.382 fólk kannað fyri koronu, men úrslitið merkir, at í løtuni eru tað seks fólk kring landið, sum hava koronu og 30 fólk eru í sóttarhaldi.

 

Í gjár vórðu eisini 603 fólk koppsett. Av teimum fingu 162 fólk fingu fyrra sproytuna og 441 fólk fingu seinnu sproytuna. Nú hava 35.567 fólk fingið sproytuna, tað eru 66,7 prosent av føroyingum, og 32.241 fólk hava eisini fingið seinnu sproytuna, og eru liðugt koppsett, tað eru 60,4 prosent av fólkinum Tilsamans 67.808 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.