Heldur fleiri tilmeldingar í ár

- Vit royna at gera alt fyri at fáa fleiri ungar rógvarar, og okkum vantar serliga ungar dreingir, sigur forkvinnan í Knørrafelagnum

Knørrafelagið hevur til FM-kappróðurin í ár tilmeldað tvær barnamanningar, gentur og dreingir, við 5-mannafarinum, Tambar. 

5-mannafarið Píl er mannaður við gentum, yngri, men ikki dreingjum og Jallurin, sum eisini er 5-mannafar, er í ár mannaður við gentum, eldri.

6-mannafarið Jarnbardur, sum í fjør vann allar róðrarnar við kvinnum og gjørdist greiður FM-vinnari, er aftur tilmeldaður FM-róðurin við kvinnum í ár – eisini við monnum.

Unn S. Perdomo, forkvinna í Knørrafelagnum, sigur, at onkur útskifting hevur verið millum kvinnurnar við Jarnbardi.

- Hóast útskifting, har nakrar av teimum, sum vóru við í fjør, eru við aftur í ár, meðan aðrar eru nýggjar, hava vit hampiliga góðar vónir um kvinnurnar í 6-mannafarinum.

Forkvinnan sigur, at kvinnurnar við Jarnbardi venja nógv.

- Hjá Jarnbardi við monnum eru nokso nógvir nýggir rógvarar í ár. Í fjør vóru teir ikki við frá byrjan, men komu við mitt í róðrarárinum, leggur hon aftrat.

8-mannafarið Knørrur er eisini tilmeldaður í ár, og hetta er ein blandað manning við bæði vandum og nýggjum rógvarum.

- Eg dugi ikki at meta um, hvussu tað fer at gangast hjá Knørri í ár, men eg haldi, at venjingin gongur væl; teir rógva nógv og vísa ein góðan vilja, sigur Unn S. Perdomo.

Knørrur hevur staðið seg hampiliga væl í fyrstu ódnartøkunum í ár.

- 10-mannafarið, Ormurin Langi, er heldur ikki mannaður í ár. Í fjør vantaðu teir einar tveir rógvarar, og tískil endaði manningin umborð á Knørra.

Forkvinnan sigur, at samanlagt hevur Knørrafelagið heldur fleiri bátsmanningar tilmeldaðar í ár enn í fjør.

 

##med2##

 

Motiónsvenjing

Eitt er FM-kappróður. Annað er motiónsrógving, og her eru tey í Knørrafelagnum ófør.

- Kongurin, sum er 10-mannafar, verður javnan brúktur av tilkomnum monnum til motiónsrógving.

Unn S. Perdomo sigur, at ein annar bátur hjá felagnum, sum verður uppaftur meira brúktur til motiónsrógving, er 6-mannafarið Silkisegl, ið er gamli Jarnbardur.

- Tað eru faktiskt tríggjar kvinnumanningar, sum skiftast um at venja við bátinum, og hetta er bara motiónsvenjing, sigur hon.

Forkvinnan í Knørrafelagnum heldur, at kappróðurin hjá felagnum er á veg uppeftir aftur eftir ein lítlan niðurtúr, sum hon tekur til.

- Vit royna at gera alt fyri at fáa fleiri ungar rógvarar, og okkum vantar serliga ungar dreingir, sigur hon.

 

Alt á sama staði 

Knørrafelagið hevur húsast á nógvum ymiskum støðum gjøgnum árini, men nú verður nýtt neyst bygt í Álakeri í Havn. 

- Hetta er ein stór og kostnaðarmikil verkætlan. Grundin er komin upp, men vit hava ikki fingið dekk útyvir grundina enn, og vit vóna, at tað verður til kappingarárið næsta ár.

Unn S. Perdomo sigur, at tey hava nakrar bingjur standandi inni í neystagrundini, har bátarnir nú standa, og tað er ein fyrimunur, at bátar og manningar nú eru savnaðar í Álakeri, tí hetta gevur eitt betri samanhald millum róðrarfólkið.

- Vit ætla, at eitt stórt venjingarhølið skal verða í ovaru hæddini í nýggja róðrarneystinum – eitt høli, sum eisini skal kunna brúkast til onnur endamál, tá vit einaferð koma har til, og her verður eisini køkur, wc’ir og brúsur, sigur forkvinnan í Knørrafelagnum.

 

##med3##

 

Róðrarfelagið Knørrur

(Tilmeldaðar manningar)

5-mannafør 

Tambar (barnaróður, gentur og dreingir) 

Pílur (gentur, yngri) 

Jallurin (gentur, eldri)  

6-mannafør

Jarnbardur (menn)

Jarnbardur (kvinnur) 

8-mannafør

Knørrur Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her