Heldur koronupass enn at lukka niður

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast stórliga á, at Føroya Landsstýri ikki fylgir ítøkiligu ráðgevingini frá farsóttarnevndini um at krevja koronupass. Sambært farsóttarnevndini er hin møguleikin at steingja samfelagið aftur

##med2##

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, vísir á, at eitt koronupass ikki er tað sama sum at tvinga fólk til at verða koppsett. Tí eitt koronupass er ein váttan um, at ein er koppsettur, hevur havt smittuna ella hevur eina negativa koronukanning at vísa á. Harvið hava allir borgarar í Føroyum møguleikan at verða við í einari skipan við kravdum koronupassi, har tað er neyðugt fyri at fyribyrgja smittu.

 

– Vit mugu gera tað sum skal til, fyri at samfelagið skal kunna fungera so væl sum gjørligt, og vit halda tað vera skilagott, um man frá politiskari síðau meldaði út og fylgdi ráðgevingini hjá farsóttarnevndini, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu við Maritu Rasmussen, sum Árni Gregersen hevði í tíðindasendingini á FM1