Her er svar upp á 14 spurningar um koronu

Her svara Landslæknin og Sjúkrahúsverkið upp á 14 spurningar, sum nógv fólk hugsa um í sambandi við koronu – men tað eru nógv tøl, sum mangla

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur nú svar upp á 14 spurningar um koronu. Tað var Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum setti honum 14 spurningar um koronu. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin fingið landslæknan og sjúkrahúsverkið at svara spurningunum – men svarini vísa, at vit hava kanska ikki so nógv hagtøl um koronu.

 

Av tí, at spurningarnir hava stóran almennan áhugað, prenta vit bæði spurningar og svar niðanfyri.

 

Spurningur 1:

 

Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?

 

Svar:

 

Landslæknin upplýsir, at beinanvegin korona fór at ganga, hevur alheims heilsustovnurin, WHO, heitt á øll limalondini um at upplýsa talið á smittaðum, talið á deyðum upp í 30 dagar eftir, at tey eru smittað við koronu, umframt talið á innløgdum, herundir á intensivari deild, og eisini talið á teimum, ið hava tørv á at verða løgd í andingartól, ella respirator. Hetta er orsøkin til, at Landslæknin samlar upplýsingarnar og at teir verða almannakunngjørdar.

 

 

 

Spurningur 2

 

Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?

 

Svar:

 

Landslæknin sigur, at Allir læknar skulu fráboða eina røð av virussjúkum til Landslæknan. Landslæknin almannakunnger hesi hagtøl í árligu ársfrágreiðingini. Tað eru einans tilburðirnir, sum verða fráboðaðir, og ikki hvussu nógv fólk eru deyð av sjúkuni.

 

 

 

Spurningur 3:

 

Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?

 

Svar:

 

Landslæknin upplýsir, at í longdini er tað ikki grundarlag fyri at staðfesta, at koppseting kann elva til sjúku ella deyða tá ið ein tíð er fráliðin. Men øll andlát, sum verða staðfest áðrenn sjey dagar eftir koppseting fyri koronu, skulu fráboðast løgregluni, sum eitt óvæntað andlát. Síðani verður ein rættarlæknalig líkskoðan framd. Tilsamans eru tríggir tilburðir fráboðaðir, har tað eina andlátið tó varð staðfest 14 dagar aftaná koppseting.

 

 

 

Spurningur 4

 

Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?

 

Svar:

 

Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakran sjúkling, sum er innlagdur, tí at hann er koppsettur fyri koronu. Sjúkrahúsverkið hevur okkurt einstakt dømi um, at fólk hava fingið eina bráðreaktión í sambandi við sjálva koppsetingina, og sum tískil eru send á skaðastovuna fyri at fáa hjálp.

 

 

 

Spurningur 5:

 

Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?

 

Svar:

 

Landslæknin hevur ikki upplýsingar um, hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, eru koppsett.”

 

 

 

Spurningur 6:

 

Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?

 

Svar:

 

Landslæknin hevur ikki eina uppgerð yvir hetta, men hann hevur tað neyðuga tilfarið til at gera eina slíka greining. Men kanningar vísa, at serliga tey yngru í aldursbólkunum frá 12-24 ár, hava stórt gagn av at verða koppsett fyri koronu. Greiningin vísur eisini, at vandin fyri at verða smittað av koronu, er níggju ferðir so lítil hjá teimum, sum eru koppsett enn hann er hjá teimum, sum eru koppsett.

 

 

 

Spurningur 7:

 

Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potað positiv av koronu meira enn einaferð?

 

Svar:

 

Landslæknin veit bara um ein tilburð í Føroyum, men hann hevur illgruna um, at talan er um eina falska positiv roynd. Andevni, ið ein persónur fær, eftir at hann hevur verið smittaður við koronu, gevur sera góða verju móti koronu, og tað verjir betri enn enn koppseting.

 

 

 

Spurningur 8,9, 10 og 11

 

– Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

 

– Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

 

– Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

 

– Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

 

Svar:

 

Sjúkrahúsverkið hevur ikki hagtøl fyri, hvussu nógv koppsett hava latið seg kannað síðani 24. juni 2021. Tí ber ikki til at svara spurningunum 8, 9, 10, og 11.

 

 

 

Spurningur 12 og 13

 

– Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?

 

– Hvussu nógv eru hesi andingartól brúkt, síðani korona breyt út í Føroyum?

 

Svar:

 

Sjúkrahúsverkið hevur ímillum 15 og 20 andingartól, alt eftir um tað, tey kalla transport-respiratorar, respiratorar í narkosutólum, og einstøk eldri tól, sum kortini virkan verða tald við.

 

Sjúkrahúsverkið hevur ikki neyvt yvirlit yvir, hvussu nógv andingartólini hava verið brúkt, men tað er lítið. Tilsamans hava trý fólk ligið í andingartóli á intensivari deild av koronu.

 

Leggjast skal afturat, at nøkur og 20 fólk hava fingið viðgerð við einum »optiflow-tóli«, ið bøtir um iltingini hjá sjúklinginum. Samanumtikið er metingin hjá Sjúkrahúsverkinum, at tað hevur havt týdning, at sjúklingarnir eru komnir skjótt í viðgerð á sjúkrahúsunum, og tí hevur tað í allarflestu førum borið til at forða fyri, at sjúkan er vorðin álvarsom.

 

 

 

Spurningur 14:

 

Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

 

Svar:

 

Landsstýrismaðurin arbeiðir ikki við at almannakunngera onnur hagtøl um koronu, enn tey sum longu í dag verða almannakunngjørd.