Heri og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

Eftir tap í dag hava Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnar sjey stig upp til oddaliðið

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen spældu í dag dyst á útivølli í triðbestu deildini móti Eidsvold.

 

Jonas Brusgaard legði Strømnen á odda í 21. minutti, men beint undan steðginum javnaði Eidsvold til 1-1.

 

Fáar minuttir undan dystarloki skoraði Eidsvold sigursmálið til 2-1, og Heri og liðfelagarnir fingu sostatt einki stig í dag.

 

Strømmen er nú nummar seks í deildini við 20 stigum fyri 12 dystir. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Skeid Oslo sum hevur 27 stig.

 

Komandi dystur hjá Strømmen verður á heimavølli 20. juli. Tá kemur Gjøvik Lyn á vitjan á leikvøllinum í Strømmen.