Hervør á Torkilsheyggi syngur fyri Rynkeby á Toftum

Nú seinnapartin verður fyrst steðgað hjá Betri í Saltangará, og løtu seinni verður tiltak á Toftum við røðu og tónleiki.

 

Úr Norðragøtu halda Rynkeby-súkklararnir leiðina fram út í Saltangará, har steðgað verður á deildini hjá Betri í dag frá klokkan 13.35 til 14. 

 

Í samband við tiltakið í Saltangará verður stongt fyri allari ferðslu frá Heiðavegi 22 til Heiðaveg 40 frá klokkan 13 og í umleið tveir tímar.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at ferðslan í hesum tíðarskeiði verður víst til Gulasteinsveg.

 

Á Toftum verður rímiliga stórt tiltak, tá súkklararnir vitja við Undirhúsið klokkan 14.10 í dag, og tað er kommunan, sum skipar fyri.

 

Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin og siga nøkur orð, og Hervør á Torkilsheyggi og bólkur fara at framføra nakrar sangir.

 

Kommunan bjóðar kaffi, te, leskidrykk og okkurt gott til góman.

 

- Øll eru vælkomin at møta upp og heilsa upp á súkklararnar, sum nú byrja longu ferðina til París, siga tey í Nes kommunu.