Korona gongur, sum ongantíð áður og í hesum sambandi er gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu. Hvønn einasta dag verða yvir 3.000 fólk kannað fyri koronu – og samstundis er nú ein ávís bíðitíð eftir at sleppa framat at lata seg kanna. Og nú heitir sjúkrahúsverkið á fólk um at hugsa seg um
– Tað er sera umráðandi, at tey, ið tað er óneyðugt at kanna, lata vera við at kanna seg, sigur Sjúkrahúsverkið.
Í farnu viku vístu bæði Landslæknin og landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum á, at tað er ein trupulleiki, at nógv, sum ikki hava sjúkutekin, og sum heldur ikki hava nakra aðra serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna av trygdarávum.
– Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka fólk, sum eru smittað aftur um á bíðilistanum, sigur Sjúkrahúsverkið í eini fráboðan nú seinnapartin.
– Tá ið fólk biða um tíð til koronukanning verða tey biðin at svara upp á, hví tey vilja kannast. Har eru ymsir møguleikar at svara, eitt nú, at tað talan er um kanning annan dagin eftir at tey eru komin til Føroya. Ein annar møguleiki er, at vilja kannast tí at tey hava sjúkueyðkenni, ella um tey hava verið í veitslu.
Fólk kunnu eisini svara, tað er arbeiðsplássið, sum hevur kravt eina kanning – men her verður hugsað um onnur arbeiðspláss enn sjúkrahúsini og bústovnar kring landið.
– Sjúkrahúsverkið sigur, at tað kann vera gott at arbeiðspláss fáa starvsfólkini kanna seg av trygdarávum. Men vit kunnu helst semjast um, at tað ikki er ikki líka týdningarmikið sum at fólk, ið hava verið uttanlands, ella fólk við sjúkueyðkennum, verða kannað, sigur Sjúkrahúsverkið.