Daska uttanríkismálaráðið hevur nú kunngjørt nýggju leiðreglurnar fyri ferðandi í ríkinum. Hesar leiðreglurnar verða settar í gildi leygardagin, og leiðreglurnar verða somuleiðis galdandi fyri Føroyar.
Tað verður latið upp fyri 25 ES-londum, sum tað higartil í korona-tíðini hevur verið mælt frá at ferðast til. Enn verður mælt frá at ferðast til seks europeisk lond - Rumenien, Portugal, Bretland, Írland, Malta og størstapartin av Svøríki.
Londini, sum føroyingar og danir aftaná leygardagin 27. juni kunnu ferðast til, eru hesi:
- Eysturríki
- Belgia
- Bulgaria
- Kroatia
- Cypern
- Kekkia
- Estland
- Finnland
- Frakland
- Týskland
- Grikkaland
- Ungarn
- Ísland
- Italia
- Letland
- Liechtenstein
- Litauen
- Luxemburg
- Holland
- Norra
- Pólland
- Slovakia
- Slovenia
- Spania
- Schweiz