Hetta er harður umgangur hjá Palla og Pól

Sjey ferðir á rað eru mótstøðuliðini hjá FC Suðuroy millum tey fimm ovastu á støðutalvuni

Pól Thorsteinsson og Palli Augustinssen hava ábyrgdina av uppflytarunum í FC Suðuroy.

 

Í dag eru Palli og Pól og teirra menn í høvuðsstaðnum. Ørindini eru at spæla ímóti B36. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.30.

 

Teir í B36 eru særdir, tí tað var vónbrot, tá ið teir á heimavølli vóru favorittar ímóti EB/Streymi, sum fór til hús við 2-0 sigri.

 

B36 er á fjórða plássi, meðan FC Suðuroy er á áttanda plássi. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava mótstøðuliðini hjá FC Suðuroy verið tey ovastu á støðutalvuni, og soleiðis verður tað í kvøld og eisini tríggjar tær næstu ferðirnar.

 

Spælið hjá FC Suðuroy hevur verið á heilt góðari leið, men tað er ikki eydnast at skora mál ímóti NSÍ, KÍ og Víkingi, sum tilsaman hava vunnið 7-0. Eftir dystin ímóti B36 í kvøld vera mótstøðuliðini hjá FC Suðuroy NSÍ (h), Víkingur (ú) og B36 (h). 14. juni fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Hjá B36 er tað ivasamt, um Hannes Agnarsson verður førur fyri at spæla. Vágbingurin í B36, Heini Vatnsdal, hevur leingi verið skaddur. Nú er tað tætt við, at hann aftur er førur fyri at spæla.

 

Dánjal Godtfred hjá FC Suðuroy er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Jákup Joensen og Hunter Bell vera førir fyri at spæla.