- Hetta er ikki nøktandi

Men tað er ómøguligt at framleiða eina verkætlan við fullkomnum samsvari millum tekningar og tilboðslistar, skrivar Landsverk

Landsverk svarar nú teimum atfinningum, ið stovnurin hevur verið fyri í seinastu, aftaná at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur biðið løgtingið um 18,7 milliónir krónur í eykajáttan. Talan er um pening, ið skal brúkast til at rinda eykarokningar í samband við byggingina av Glasi.


Tað hevur vakt ans í løgtinginum, at skúlabygningurin ikki heldur játtanina og hava løgtingsmenn ført fram, at helst er neyðugt við eini kanning av allari verkætlanini. Eisini hevur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk, í samrøðu við KVF víst á vánalig ráðgeving sum orsøk til, at játtanin ikki helt.


Men í skrivi lagt út á heimasíðuni hjá Landsverk, verður nú drigið í land og í staðin víst á, at kjakið er farið av sporinum og at meirnýtslan ikki er óvanliga stór.


- Málið um meirnýtsluna í skúlabyggingini á Glasi er eftir øllum at døma farið eitt sindur av sporinum. Almenningurin kann tískil hava fingið ta fatan, at Landsverk frásigur sær alla ábyrgdina av meirkostnaðinum. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Landsverk tekur fulla ábyrgd av meirnýtsluni, men vísir samstundis á, at hetta hevur sínar orsøkir, skrivar Landsverk á heimasíðuni.


Stovnurin vísir á, at hann hevur handað eina frágreiðing til Mentamálaráðið, ið staðfestir at meirútreiðsla heldur seg innan fyri tað, ið kann væntast í slíkum verkætlanum.


- Ein meirútreiðsla, sum stendst av ósamsvari millum tilboðslistar og tekningar, er ikki óvanlig í eini byggitilgongd. Sjálvt um Landsverk í allari byggitilgongdini hevur gjørt alt fyri at halda kostnaðarætlanina, so helt hon ikki, tá alt skuldi gerast upp, skrivar Landsverk og leggur afturat.


- Hetta er ikki nøktandi og sjálvandi ikki tað úrslitið, sum byggiharrin setti sær fyri. Hinvegin vísa allar royndir, at tað nærum er ómøguligt hjá einum ráðgeva ella byggiharra at framleiða eina verkætlan við fullkomnum samsvari millum tekningar og tilboðslistar. Frávík úr einum upp í trý prosent eru heilt vanlig, tá ræður um byggiverkætlanir av slíkum slagi. Bæði hjá almennum og privatum byggiharrum.


Víðari vísir stovnurin á, at tað eru ymisk onnur viðurskiftir, ið hava elvt til seinkingar og meirkostnað, og nevnir roknivillur, húsagang og arbeiðssteðgir.