Hetta er simpulthen for langt úti

Tinglimir í samgonguni vilja hava at fólk skulu sjálvi rinda fyri at fara á sjúkrahús at verða kannað fyri koronu, tí hetta hava vit ikki ráð til

Nú verða so nógv fólk kannað fyri koronu á teimu trimum sjúkrahúsinum, at hetta hevur landskassin ikki ráð til. Tað eru tað fleiri tinglimir í samgonguni, sum halda. Tí vilja tey hava, at landsstýrið umhugsar at fara at krevja gjald frá fólki, sum fara á sjúkrahús at verða kannað fyri koronu.

 

Tey siga ikki, hvussu stórt hetta brúkaragjaldið skal vera, men tey siga, at tað verður neyðugt at avmarkað talið á kanningum á teimum trimum sjúkrahúsunum. Ein av teimum, sum heldur, at vit sleppa ikki undan brúkaragjøldum fyri koronukanningar, er Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini.

 

Hann vísir á, at sum støðan er nú, er tað javnan, at 3.000 fólk kanna seg um dagin og tað kostar landskassanum 600.000 krónur. Onkur hevur eisini roknað seg fram til, at heldur hetta, fram, fara koronukanningat at kosta landskassanum 200 milliónir næsta ár, og tað fer at sláa botnin undan honum.

 

Tað er eingin meining í at kanna frísk fólk uttan fyrilit, tí tað slær botnin undan landskassanum, heldur hann. Ein annar máti er at krevja gjald frá teimum, sum bara kanna seg av fyribyrgjandi orsøkum tí at tey skulu í eina veitlsu, ella tí at arbeiðsplássið krevur tað. So kann tað framhaldandi vera ókeypis fyri tey, sum landslæknin vil hava til kanningar.

 

Hann átalar eisini, at meir og minni tilvildarlig fólk koyra á fólk um at lata seg kanna, tí tá er tað skjótari hjá fólki at lata seg kanna – hóast tey mangan eru frísk. Tað, sum fer fram nú, er simpulthen for langt úti, heldur hann. Annars er ein vegleiðing gjørd fyri, hvør eigur at fara á sjúkrahús at lata seg kanna, og hvør eigur at lata seg kanna við snarkanning.

 

Sí leiðbeiningina her:

 

##med2##

 

Jørgen Niclasen sær ikki heilt so svart upp á tað, tí hann væntar ikki, at vit fara at kanna fyri koronu í alt næsta ár. Hann heldur støðan í ár fram næsta ár, fer tað at kosta slakar 100 milliónir, men hann væntar, at tá ið vit koma út ímóti vári, er hetta farið at hæsa av.

 

Men tað ræðir hann kortini, at eini 3.000 fólk lata seg kanna umdagin, tí tað sigur honum, at tað eru rættiliga nógv, sum lata seg kanna av fyribyrgjandi orsøkum. Og hann ivast ikki í, at eitt brúkaragjald hevði forða fyri, at so nógv fólk lata seg kannað óneyðugt.

 

Bárður á Steig Nielsen førd fram í Løgtinginum, at verður gjald sett á kanningarnar, er eingin ivi um, at so vera tað munandi færri, sum fara at kanna seg. Og hann heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot at taka gjald fyri kanningarnar. Hann heldur, at sum støðan er, er tað neyðugt, at fólk sleppa at lata seg kanna so ómakaleyst sum gjørligt, tí kanningarnar eru eitt avgerðandi amboð í royndunum at tálma smittuspjaðingini. Tað er avgerðandi fyri, at halda samfelagið opið. Hinvegin heldur hann, at tað er avgerðandi at tey røttu lata seg kanna. Hann heldur, at vit eru sloppin bíliga, tí í ár og næsta ár brúka vit 200 milliónir til kanningar og onnur tiltøk ímóti koronu. Men skuldu vit, lutfalsliga brúk líka nógs sum danir, skuldi vit havt brúkt 800 milliónir. Og tað hevði verið munandi dýrari at lukka samfelagð

 

Christian Andreasen tingmaður fyri Fólkaflokkin spyr um eingin hevur fingið við, hvat fyriferst úti í heimi, har korona er við at vera ein vanlukka, og har fleiri tiltøk verða sett í verk fyri at heilsuverkini skulu hóra undan.

 

Vit kunnu ikki liva sum um at korona ikki rakar okkum. Vit eru í eini heilsukreppu, sum kann leggja heilsiverkið lamið, og sum kann enda við eini vanlukku. Tí mugu vit lurta meiri eftir heilsufrøðini og hugsa minni um at gera koronu til ein politiskan spurning, heldur hann.