Nú hendi tíverri tað, sum vit øll vónaðu ikki fór at henda, men vit fylgja sjálvandi tilmælunum. Tað siga tey í ítróttarfelagnum, Bragdinum, nú korona aftur gongur í Føroyum og myndugleikarnir ikki hava tamarhald á støðuni. Tí hava myndugleikarnir mælt til, at øll tiltøk, har fólk samlast, verða avlýst. Mentanarnáttin og Norðoyastevnan eru avlýst, og nú verður Atlantic Airways Tórshavn Marathon, sum skuldi vera sunnudagin, eisini avlýst.
– Vit eru ótrúliga hørm um støðuna, men vit lurta sjálvsagt eftir tilmælunum frá myndugleikunum, sigur Bragdið. Tey siga, at støða er ikki endaliga tikin til, nær tiltakið verður, men tað kunna tey um seinni.