Hey allir mínir vinir og øll onnur eisini  

 

Sum flestu tykkara allarhelst vita, stilli eg upp til fólkatingsvalið tann 31. oktobur. Tað hevði glett meg stórliga, um eg fekk tykkara atkvøðu. Hvør einasta atkvøða fløvar og kann blíva avgerandi.

 

Tað er rættiliga avgerandi, at eingin fólkafloksveljari situr heima valdagin, tí valið kann blíva tætt. Latið okkum sláa ring um Fólkaflokkin. Hann hevur enn sum áður besta politikkin.

 

Míni mál á Fólkatingi fara at verða hesi:

 

  • Røkja føroysk áhugamál í samstarvi á Fólkatingi og við Føroya Løgting.
  • Betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark við m.a. lættari atgongd til bústað.
  • Betra um umstøðurnar hjá sjúklingum, ið verða sendir til Danmarkar.
  • Bøta um og stytta um viðgerðartíðina og bøta um sjúklingatrygdina.
  • Arbeiða fram ímóti at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
  • Arbeiða ímóti at yvirtaka íleggingargrunnin.

 

Halda vakið eyga við øllum fólkatingsmálum, ið kunnu ávirka Føroyar, óheft av donskum flokkum, men hjá mær verður tað altíð í samljóði við tær borgarligu hugsjónirnar.

 

  • Nei til ES limaskap, men ja til fríhandil við ES.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

Tín sterka rødd til fólkatingið