Hildu bilførara vera fullan

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um bilførara, sum var hildin at koyra fullur

Tað var um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilførari koyrdi so óstortliga á landsvegnum í Kollafirði, at fólk hildu hann vera fullan.

Hann fór slingrandi eftir vegnum og blinkaði bæði til høgru og vinstru.

Løgreglan fór á staðið og kom fram á bilin. Men førarin var als ikki ávirkaður. Talan var um ein útlending, sum ikki kendi leigubilin so væl. Hann hevði hjálparútgerðina »lane assistance«, sum bilførarin ikki ræddiliga dugdi at brúka og royndi seg fram við blinkuljósinum.

Løgreglan bað hann seta seg í samband við útleigaran fyri at finna út av, hvussu bilurin skuldi brúkast.