Sambært tíðindastovuni NTB hittast verjumálaráðharrarnir í ávikavist Fraklandi, Týsklandi, Italia, Póllandi og Stórabretlandi í París í dag.
Her fara teir at viðgera Ukraina og styrkt verjusamstarv av Evropa.
- Fundurin kemur í kjalarvørrinum av fundinum millum verjuleiðarar, sum eisini var í París í gjár - og fundinum, sum var í Saudi Arabia í gjár millum umboð fyri USA og Ukraina.
NTB veit at siga, at ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, luttekur á fundinum um netið.
Sambært franska verjumálaráðnum fara samrøðurnar í høvuðsheitum at snúgva seg um at styrkja evropeisku verjuna.