Hjalti avloysir Julian – Jóngerð takkar fyri seg

Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum

Mynd: (HSF) Hjalti Mohr Jacobsen og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum

Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum gavst eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki rakk til starvið, skrivar Hondbóltssambandið.

 

- Hjalti Mohr Jacobsen er 38-ára gamal, og hevur hann venjararoyndir frá Kyndli, har hann millum annað hevur vant mansliðið seinasta kappingarár. Hjalti hevur eisini staðið á odda fyri U04 landsliðnum saman við Djóna Gaard Joensen, og hava teir ført liðið til trý endaspøl. Sáttmálaskeiðið hjá Hjalta er galdandi fyri komandi EM-undankappingina og eitt møguligt endaspæl, skrivar Hondbóltssambandið.

 

A-landsliðið hjá monnum skal eisini hava nýggjan liðleiðara, tá Jóngerð Nielsen hevur takkað fyri seg, eftir at hon hevur staðið fyri praktisku uppgávunum kring liðið seinastu fimm árini.

 

##med2##

 

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum hjá monnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, verður EM26-undankappingin, sum byrjar í november, tá Føroyar møta Kosovo á heimavølli og Ukraina á útivølli.

 

Mynd: (HSF) Hjalti Mohr Jacobsen og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum

Mynd: (HSF) Andrass Thomsen, stjóri, og Jóngerð Nielsen