HM: Ísland vann bólkafinaluna í bólki G

Kap Verde fylgir Íslandi og Slovenia til millumumfarið

Ísland vann innleiðandi bólk G í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í Zagreb vann Ísland í bólkafinaluni 23-18 á Slovenia. Avrikið í fyrra hálvleiki var serliga gott. Í steðginum vóru íslendingar á odda 14-8.

 

Viktor Gísli Hallgrímsson stórspældi í íslendska málinum, og var skrásettur fyri 16 bjargingar.

 

Ísland fekk níggu útvísingar í dystinum. Elliði Snær Viðarsson og Elvar Örn Jónsson fingu báðir tað reyða kortið. 

 

Í sama bólki vann Kap Verde 38-28 (20-14), og vann seg sostatt í millumumfarið.

 

Ísland vann bólkin við seks stigum, Slovenia hevur fýra stig, Kap Verde hevur tvey stig, og Kuba endaði aftast við ongum stigi.

 

Ísland tekur fýra stig, og Slovenia tekur tvey stig við sær til millumumfarið.

 

Í millumumfarinum bíðar vertstjóðin, Kroatia, Egyptaland og Argentina.

 

Ísland-Slovenia 23-18 (14-8)

 

Toppskjúttar Ísland: Viggó Kristjánsson 7, Aron Pálmarsson 5, Janus Daði Smárason 3, Orri Freyr Þorkelsson 3.

 

Toppskjúttar Slovenia: Blaz Janc 4, Aleks Vlah 2, Domen Makuc 2, Tilen Kodrin 2, Domen Novak 2, Blaz Blagotinsek 2.

 

Kuba-Kap Verde 28-38 (14-20)

 

Toppskjúttar Kuba: Maiko Vázquez Laballi 7, Frank Cordies Castillo 7, Ronaldo Duquezne 5. 

 

Toppskjúttar Kap Verde: Alexandre Pereira 8, Paulo Moreno 5, Délcio Pina 5.