HM: Týskland vann á Póllandi í bólki A

Í sama bólki endaði tað javnt millum Kekkia og Sveis

Olympisku silvurvinnararnir, Týskland kom væl frá landi í innleiðandi bólki A í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í Boxen høllini í Herning eydnaðist tað Týsklandi at vinna 35-28 á Póllandi. Pólland var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Týskland bert á odda 15-14.

 

Tá var tað eitt skar í týsku gleðini, at Juri Knorr mátti av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki.

 

Í sama bólki endaði tað við javnleiki 17-17 millum Kekkia og Sveis. 

 

Týskland-Pólland 35-28 (15-14)

 

Toppskjúttar Týskland: Renars Uscins 10, Johannes Golla 6, Luca Witzke 5. 

 

Toppskjúttar Pólland: Ariel Pietrasik 7, Kamil Syprzak 6.

 

Kekkia-Sveis 17-17 (7-8)

 

Toppskjúttar Kekkia: Lukas Morkovsky 5, Dominik Skopar 3.

 

Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 8, Samuel Zehnder 2, Felix Aellen 2, Medhi Ben Romdhane 2.

 

Skráin fyri bólk A:

 

15. januar: Kekkia – Sveis 17-17 (7-8)

 

15. januar: Týskland – Pólland 35-28 (15-14)

 

17. januar: Kekkia – Pólland, klokkan 17.

 

17. januar: Sveis – Týskland, klokkan 19.30.

 

19. januar: Pólland – Sveis, klokkan 14.30.

 

19. januar: Týskland – Kekkia, klokkan 17.