Venjarin hjá Víkingi Reykjavík gerst íslendskur landsliðsvenjari

Fyrst fyri hjá Arnar Gunnlaugssyni er at bjarga plássinum í Nations League deild B

Arnar Gunnlaugsson sum hevur ført Víking Reykjavík til tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar, umframt til deildarspælið í Conference League hevur tikið við starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari.

 

Fyrsta uppgávan verður í tveimum dystum móti Kosovo, ávikavist 20. og 23. mars at royna at sleppa undan niðurflyting til C-deildina í Nations League.

 

Í heyst bíða HM-undankappingardystir móti Aserbadjan og Ukraina og vinnaranum av uppgerðini millum Frakland og Kroatia. 

 

Sostatt skal Gunnar Vatnhamar, ið hevur vunnið bæði greipuna í Íslandi í 2023, og hevur saman við liðfeløgunum vunnið seg víðari í Conference League hava ein nýggjan venjara. Arnar Gunnlaugsson er longu byrjaður uppá fyrireikingarnar til dystirnar hjá Íslandi móti Kosovo í mars.