Kærar heilsur, Hilda

Týska kærleikssøgan ”In Liebe, Eure Hilde”, er sanna søgan um Hans og Hildu, sum eru tveir antinazistar og aktivistar í Berlin í 1940’unum.

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum

 

Filmar, ið nema við holocaust og onnur fólkadráp, koma fram á hvørjum árið. Í fjør vórðu ikki færri enn seks nýggir holocaustfilmar í Filmsfelagnum, frá tvífalda Oscarvinnaranum, ”The Zone of Interest”, til hin ikki minni sterka norska filmin, ”Quislings siste dager”. Allir hesir filmar hava ein serstakliga trúfastan áskoðaraskara. Upp undir altjóða dagin til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp, vísa vit í ár nýggja týska filmin “In Liebe, Eure Hilde”.

Hjá høvuðspersóninum, Hildu, er hetta vakrasta summarið nakrantíð. Hon er djúpt forelskað í Hans, og veit nú, at hon er við barn. Men saman við vinmonnum er Hans partur av antinazistisku mótstøðurrøsluni, ið seinni verður kend sum Reyða Orkestrið.

Drivin av kærleika til Hans, letur Hilda seg lokka at blíva partur av rørsluni og teirra virksemi. Hon hjálpir við flogseðlum og einum ólógligum sendara at samskifta við onnur mótstøðufólk í økinum. Men tá Gestapo kemur á hennara leið, og hon verður tikin, kámast felags vónin um eina lukkuliga framtíð.

Meðan Hilda verður frá sær sjálvari, tí hon veit ikki, um Hans er á lívi, føðir hon ein son í fangahúsinum.

Hóast desperatu støðuna, megnar hon at vera kærleiksfull um nýfødda sonin.

##med2##

”In Liebe, Eure Hilde” lýsir á sannførandi hátt ein truplan kapitil í týsku søguni. Og tað er ikki so løgið, tí sonurin sjálvur hevur verið vegleiðari, meðan týski filmurin er gjørdur.

Stjørnan í røðini ”Babylon Berlin”, Liv Lisa Fries, er á meistarligan hátt transformerað til Hilde, har hon leikar móti Johannes Hegemann, sum fyrstu ferð er at síggja á filmi.

Vit vísa týska filmin við donskum undirteksti og heitinum ”Kærlig hilsen, Hilde”. 

Filmsfelagið 22/1 kl 20:00 Kærlig hilsen, Hilde (In Liebe, Eure Hilde, Andreas Dresen Týskland 2024 124 min)

##med3##